Innanlands

Hakin verður settur í til út- og umbygging í Saltangará

Nú seinnapartin verður gongd sett á. Tà arbeiðið er liðugt verður talið av næmingum á Rásini tvífaldað, og eftirskúlin kann taka næmingar inn hvørt ár

Løgtingið hevur játtað 25 milliónir til hetta arbeiðið

Løgtingið hevur játtað 25 milliónir til hetta arbeiðið

2023-07-05 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nógv ár hevur eftirskúlin Rásin verið í Saltangará sum eitt heildartilboð til ung við menningartarni, sum eru liðug við fólkaskúlan.

Eftirskúlin hevur tikið næmingar inn annðhvørt ár, og pláss er í løtuni fyri sjey næmingum í Saltangará.

Hetta verður øðrvísi, tá út- og umbyggingin verður liðgug. Tá fer tað at verða pláss fyri tvífalt so nógvum næmingum, 14, og tá kann Rásin taka næmingar inn á hvørjum ári.

Hetta skrivar Kringvarpið í dag, í samband við at arbeiðið at byggja út nú veruliga fer í gongd.

Stórur dagur er fyri Rásina: Klokkan 15.15 verður hakin settur í. Tað er Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ið fer at loysa fyrsta flagið. Heilsanar verða eisini bornar fram, og kaffi og køka verður at fáa inni á skúlanum.

Nýggi bygningurin verður 450 fermetrar til støddar, og játtanin til hetta arbeiðið er 25 milliónir, skrivar Kringvarpið.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder