Bátastevnan í Vestmanna í ár sum vit vanliga kenna hana er orsakað av korona, men fyrireikararnir boða nú frá at sum plástur á sárið verður øðrvísi tiltak.
Talan er um eitt tiltak sum veðrur á kajøkinum í Vestmanna tann 23. mai. Tiltakið verður stroymt, og møguleiki verður ikki hjá áhoyrarum at koma á kajøkið. Tó verður loyvi hjá áhoyrarum í bili at uppliva konsertina ókeypis og sjálvandi við frástøðu.
Umframt at njóta gott føroyskt undirhald á pallinum, ber eisini til at keypa ein búff á økinum.
Link til stroymingina verður at finna á bs.fo og á Facebooksíðuni hjá Bátastevnuni.
Skráin er hendan:
18.00-19.00 Bubu
19.00-20.00 Magni Christiansen
20.00- 2100 Tinganest
21.00-22.00 Eyðun, Terji og Kim
22.00-23.00 Jens Marni
23.00-00.00 Signar í Homrun
00.00-01.00. Dynamint
Fyrireikararnir vissa um, at Bátastevnan sum vit kenna hana verður aftur í mai 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald