2020-07-15 20:32
Grind var fyri løtu síðani funnin út fyri Sandvík, og ætlanin er at reka hana á Hvalba.
Hetta skrivar jn.fo í kvøld.
Sagt verður, at talan er um stóra grind, og at eini fimm bátar eru hjá henni.
Tað er bara ein onnur grind hildin til í ár. Tað var í Bø tann 6. juni, tá 18 hval vóru dripnir. Upprunaliga vóru 30 hval og avger var tikin um at hon skuldi merkjast.
Men 18 hvalir rendu seg fastar, og máttu avlívast. Teir vóru býttir út í Sørvágs kommunu. Tveir hvalir vóru merktir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald