2023-06-14 20:46
Seinnapartin varð grind sum taldi upp ímóti 200 hvalir dripin í Vestmanna, og nú nakað áðrenn hálvgun níggju løgdu einir 100 hvalir beinini í Leynum.
Báðar grindirnar vórðu funnar norðanfyri Slættanestanga. Nógv grind var at síggja har, og í fleiri bólkum. Eisini vóru springarar í millum, men tað eydnaðist at fáa teir burturúr.
Meðan vestmenningar hivaðu hvalirnar upp á keiina, vóru aftur grindaboð, og tá varð valt at fara til Leynar við grindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald