Innanlands

Halda seg hava funnið innbrotstjóv

Ein maður varð í gjár handtikin, og løgreglan setur hann í samband við eina røð av innbrotum, sum hava verið seinastu tíðina. Ætlanin er at fáa mannin varðhaldsfongslaðan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-20 07:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við eitt innbrot í gjár handtók løgreglan ein mann, og mett verður at hesin maðurin hevur framt eina røð av innbrotum seinastu tíðina.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini fær í morgun ikki sagt so nógv um málið, tí møguliga eru onnur fólk eisini íblandað.

Grundlógaravhoyr verður í rættinum klokkan 10, og tá ætlar løgreglan at fáa mannin varðhaldsfongslaðan

Sagt verður av politistøðini, at talan er um tilkomnan mann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder