Uttanlands

Halda seg hava funnið loyndarfullar dýrgripir frá krígnum

Síðan 1945 eru ongi spor av ómetaliga dýrabara ravkamarinum, ið týskar herdeildir rændu úr einum slotti nærhendis Sankta Pætursborg

(Mynd: Baltictech)

(Mynd: Baltictech)

2020-10-04 12:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Polskir kavarar hava í summar funnið vrakið av einum týskum farmaskipi á botninum av Eystrasalti. Og nú verður gitt, at í lastini kanska er ein virðismikil skattur, og harvið verður eitt av stóru loyndarmálunum frá øðrum heimsbaradaga kanska avdúkað.

Talan kann vera um herfong, sum týskar herdeildir tóku í Russlandi. Nevniliga horvna ravkamarið, sum varð rænt frá Katharina slottinum sunnan fyri Sankta Pætursborg.

Talan var um eitt sera virðismikið kamar skrýtt við rav og gulli.

Virðismikli herfongurin varð seinast sæddur í táverandi Köningsberg, nú Kaliningrad, í 1945. Síðan hevur verið spekulerað nógv um, hvar dýrgripirnir endaðu.

Nú siga polskir kavarar, at tey hava funnið og kannað vrakið av týska farmaskipinum ”Karlsruhe”, sum fór úr Köningsberg við tungari last móti endanum av krígnum. Polskir søgufrøðingar halda, at dýrgripirnir kunnu hava verið í hesum skipinum, skrivar Berlingske Tidende.

- Vit hava leitað eftir vrakinum tey seinastu árini, tá vit varnaðust, at kanska tann mest spennandi parturin av søguni, ið enn ikki er avdúkaður, kann liggja á havsins botni í Eystrasalti, sigur ein av kavarunum, Tomasz Stachura við Reuters.

[object Object]
(Mynd: Baltictech)

Hóast skipið hevur ligið nógv ár á havsins botni, so er tað næstan óskalað, siga kavararnir frá bólkinum Baltictech. Tey siga, at tey hava funnið fleiri hernaðarakfør, postalín og tungar kassar, sum tey enn ikki hava fingið høvi til at lata upp.

Farmaskipið var partur av ’Operation Hannibal’, sum skuldi flyta týskar herdeildir og sivilfólk úr Eysturprusslandi við krígslok. Men skipið varð álopið av sovjetrussiskum flogførum, bumbað og søkt – yvir 900 fólk sjólótust.

Ravkamarið, ið eisini hevur verið nevnt ”heimsins áttanda undur”, fall í týskar hendur eftir at Nazitýskland í 1941 leyp á Sovjetsamveldið og hertók økið við býin Tsarskoje Selo, har Katharina slottið liggur.

Týskir hermenn pakkaðu ravdýrgripirnar niður, og sendu teir til slottið í Köningsberg, har teir vórðu sýndir fram. Eftir eitt bretskt bumbuálop, vórðu dýrgripirnir fjaldir í kjallaranum á slottinum. Síðan 1945 veit ongin um dýrgripirnar at siga.

[object Object]
Ravkamarið á Katharina slottinum (Mynd av Wikipedia)

Ravpanelini vórðu upprunaliga ein gáva til russiska sarin frá Frederik Vilhelm 1. av Prusslandi í 1716.

Kamarið við teimum mongu gimsteinunum verður hildið at hava eitt virði á meira enn eina milliard krónur, skrivar Berlingske.

Hetta er tó ikki fyrsta ferð, at skattaveiðifólk siga seg hava verið nær við at loysa loynidómin. Søgufrøðingar hava sagt, at ravkamarið varð fjalt í einum toki, ið varð grivið undir jørð av nasistum undir seinastu døgunum av øðrum heimsbardaga. Tokið er tó aldri funnið, og aðrir søgufrøðingar ivast stórliga um tokið er til.

Aðrir halda, at dýrgripirnir helst vórðu knústir í leivdunum av slottinum í Köningsberg, hóast útgravingar higartil ikki hava víst á spor frá ravkamarinum.

Í 2016 var ein polskur skettaveiðimaður ”næstan vísur í”, at hann hevði funnið ravkamari í einum bunkara langt inni í landnyðringspartinum av Polandi. Men tað hevði hann ikki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder