![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú ein mánaða eftir oyðileggjandi ógvusligu spreingingina í Beirut hava bjargingarfólk sæð tekin um lív í húsaleivdunum.
Tað skrivar dpa-tíðindastovan.
Møguligu lívsteknini hava givið vónir um, at tað møguliga framvegis kann finnast onkur á lívi undir bygningunum, ið vórðu oyðilagdir tá næstan 2.800 tons av ammoniumnitrat sprongdust í havnini í høvuðsstaðnum í Libanon 4 august.
Sambært Reuters hava tey sæð tekn um puls og andadrátt og sveiggj á einum hitamálara. Hetta kann benda á, at onkur livandi kann vera har.
Eitt bjargingarlið úr Kili, sum kom til Beirut beint eftir spreingingina at hjálpa til, hevur funnið hesi teknini.
Arbeiðið við at koma niður á staðið, haðani lívsteknini komu, sá í gjárkvøldið tó út til at vera trupul, skrivar dr.dk.
Eftir at eitt bjargingarlið hevði gravað eitt tríggjar metra djúpt hol fyri at koma hærhendis staðið, boðaði tað frá, at tey máttu gevast, tí vandi er fyri, at restirnar fara at rapa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald