2018-09-21 18:47
Fyri løtu síðani vóru grindaboð í Gøtu, men enn er ikki heilt greitt um hvat og hvussu.
Tað eru nakrir ungir dreingir, sum siga seg hava funnið eina grind á Gøtuvík, sigur Karl Johansen, sýslumaður.
Sum skilst vóru teir í einum seksmannafari út fyri aliringarnar á Gøtuvík, og talan er helst um lítla grind.
Bátur er farin úr Gøtu at kanna tað nærri, upplýsir sýslumaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald