Uttanlands

Halda seg hoyra bankiljóð frá ‘Titan’

Vónin um at menninir eru á lívi er ikki heilt slept enn

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-06-21 13:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt kanadisk leitingarflogfar, ið hevur verið á flogi yvir økinum úti í Atlantshavi, har kavbáturin “Titan” er horvin, fangaði í gjár reglulig bankandi ljóð, sum bendir á, at menninir í hylkinum framvegis vóru á lívi.

Tað var amerikanski miðilin Rolling Stone, sum bar tíðindini eftir at hava fingið hendur á einum innanhýsis stjórnarskrivi.

Bjargingarstøðin í Halifax í Kanada sendi eitt P8 Poseidon flogfar, sum er ført fyri at skanna í sjónum.

- P8’arin legði ekkolodd út, og kundi skráseta ljóð í økinum, har kavbáturin hvart. Tað hoyrdust bankandi ljóð við 30 minuttum ímillum. Fýra tímar seinni vórðu fleiri ekkolodd løgd út, og bankanin helt áfram.

Enn er ikki prógvað, at bankini komu frá horvna kavbátinum, men sambært innanhýsisskjalinum var “framvegis vónir um at menninir vóru á lívi”.

Amerikanska sjóbjargingarstøðin í Boston váttaði seinni fyri Reuters, at tey høvdu hoyrt ljóð á leiðini, har ‘Titan’ hvarv.

‘Titan’ misti sambandið við fylgiskipið sunnudagin, ein tíma og trý korter, eftir at hann var kavaður fyri at koma niður til vrakið av Titanic við fýra ferðafólkum. Fimti maðurin umborð er stjórin í felagnum OceanGates, sum skipaði fyri ferðini, Stockton Rush. Hinir eru bretski ríkmaðurin Hamish Harding, einir pakistanskir feðgar, og franski kavarin og Titanic-serfrøðingurin, Paul-Henry Nargeolet.

Sambært OceanGate er kavbáturin útgjørdur soleiðis, at fimm persónar kunnu yvirliva umborð í 96 tímar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder