
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fundast nú á øðrum degi í royndini at skipa nýggja landsstýrissamgongu. Arbeitt hevur verið í bólkum, og í dag eru onkrir serfrøðingar kallaðir inn at koma við fakligum ískoyti til samráðingarnar.
Fyrrapartin vóru Malan Johansen, stjóri, og Kári Petersen, ráðgevi, bæði úr Landsbankanum, á fundi og høvdu framløgu. Greitt var frá metingum um fíggjarligt haldføri yvir langa tíð, 10, 20, 30 ár, og hvussu m.a. broytt aldurssamanseting ávirkar, hvussu landið í framtíðini kann veita ymsar tænastur.
Seinrapartin koma fyrst SEV og Umhvørvisstovan á fund, seinri Fíggjarmálaráðið, og møguliga eisini Taks.
-
Ingilín D. Strøm og Høgni Hoydal (Mynd: Sverri Egholm)
-
Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)
-
Malan Johansen, landsbankastjóri, og Kári Petersen, ráðgevi í Landsbankanum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Fundarhøli 1 er karmur um fleiri fundir í samráðingunum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Ruth Vang og Sólvit Nolsø (Mynd: Sverri Egholm)
-
Bjarna Hammer, Henrik Old, Liljan Weihe og Katrin Petersen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Sólvit Nolsø, Karlot Hergeirsson og Djóni Nolsøe Joensen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald