Tórshavnar kommuna hevur tikið avgerð um at lata ítróttahallir upp frá klokkan 7 á morgni til midnátt allar dagar í vikuni.
Tað skrivar heimasíðan hjá høvuðsstaðarkommununi í dag. Avgerðin kemur eftir at mikið kjak hevur staðist um, at læst verður fyri børnum og ungdómi, sum ynskir at koma inn í hallirnar at íðka og venja uttan fyri vanligar skipaðar venjingartíðir.
Talan er um royndarverkætlan til nýggjárs, og sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.
Fyribils verða ítróttahallirnar í skúlanum á Argjahamri og skúlanum á Fløtum ikki við í skipanini, tí har krevjast onnur atkomuviðurskifti enn tey verandi. Arbeitt verður við hesum, skrivar torshavn.fo.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at sjálvandi skal ungdómur kunna brúka tøkar tímar í hallunum til frítt spæl. Eydnast royndarverkætlanin væl, so er ætlanin, at hallirnar framyvir bert eru stongdar tríggjar vikur um summarið, tá umvælingar skulu gerast, umframt ávísar heiligdagar, sigur hann.
Skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka vanliga hallirnar gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi, tað vil siga venjingar og kappingar, til kl. 22 og stundum til kl. 23, eisini í vikuskiftinum.
Men tað eru eisini nøkur glopp til frítt spæl, og nú verður so upplatingartíðin eisini longd til kl. 24.
Í hesum sambandi verða kunningarskíggjar settir upp í hallunum, so at til ber at síggja, hvørjar tíðir eru tøkar tann dagin. Á heimasíðuni itrott.fo ber eisini til at síggja tíðirnar fyri hvørja einstaka høll.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur fult álit á ungdóminum og at tey fara væl um. Endamálið er bæði at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at menna seg enn meir í teirra ítrótt. Skipanin skal eftirmetast í desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald