2020-11-10 22:35

Halltóra Joensen, løgreglukvinna og fótbóltsspælari, gjørdist stóri toppskorari á valinum í Sumbiar kommunu.
Bert tann eini listin var til valið, og Halltóra Joensen fekk 71 atkvøður og flestar.
Sitandi borgarstjórin, Eyðbjørn Thomsen varð næstvaldur við 65 atkvøðum.
Hini valdu í bygdarráðnum eru Jacoba í Homrum, 37, Frits Poulsen, 33, og Niclas Hentze, 21.
Sostatt komu tvær kvinnur í bygdarráðið í Sumba. Ongin kvinna var frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald