2020-10-08 07:27

Í gjár hevur Umboðsráðið hjá Betri samtakinum skipað seg eftir umboðsráðsvalið, sum var í endanum av septembur.
Nývaldur formaður er Hallur Thomsen av Argjum, viðskiftastjóri á Almannaverkinum, og næstformaður er Olaf í Garði Joensen av Eiði.
Hanus Toftheyggj var formaður í umboðsráðum frammanundan. Hann tók í vár yvir formanssessin frá Jákupi Egholm Hansen, sum legði frá sær fyrr í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald