Innanlands

Hált um alt landið

Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi á Gjáarvegnum, og tað er heldur ikki koyrandi til Mikladals og Trøllanes

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-18 10:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá ringum koyrilíkindum til nógvar bygdir, og í dag er framvegis hált um alt landið.

Landsverk boðar í morgun frá, at eitt spor er grivið millum Bø og Gásadal, og at tað ikki er koyrandi á Gjáarvegnum, til Mikladals og Trøllanes.

Boðað verður m.a. frá hálku í Kaldbaksbotni, á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, á Høgareyni og Gøtueiði.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder