![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Bilrøðin í gjár var heilt niðan framvið rundkoyringina út á Argir, og niðan til barnagarðin á Velbaðstaðvegnum, men í dag setur hon øll met. Í dag er røðin av bilum, har fólk vilja lata seg kanna fyri koronasmittuna allan vegin niðan til landsvegin út á Norðrasta Horn, Gomlurætt og handan vegin.
Talan er um hálvanannan kilometur frá Landssjúkrahúsinum og niðan har.
Enn eru tølini fyri allar kanningarnar í gjár komin út, men greitt er, at met nógvar kanningar vórðu gjørdar, og møguliga dagurin í dag eisini setur met.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald