Innanlands

Hammond-urgan verður snúningspunktið í Løkshøll

Hammond urguni varð serliga í 60' og 70'unum dúgliga brúkt innan blues og rokk tónleik. Hon fer at hava sentralan leiklut í ljóðmyndini á konsert 4. oktober

2025-08-12 18:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið 4. oktober letur Løkshøll dyrnar upp til eitt tónleikabrak, har Hammond urgan verður snúningspunktið. Fimm av okkara fremstu sangsolistum fara saman við einum væluppløgdum bólki og kóri at framføra eina røð av kendum løgum; útlendsk og føroysk, har Hammond urgan hevur ein sentralan leiklut í ljóðmyndini.

Tey flestu munnu kenna eyðkendu klangirnar frá Hammond urguni, sum serliga í
60' og 70'unum varð dúgliga brúkt innan blues og rokk tónleik.

Søgan um Hammond urguna byrjaði í 1935, tá ið Laurens Hammond og John M. Hanert uppfunnu hesa serstøku el-urguna, hvørs aðalmál var at verða eitt bíligt alternativ til pípuurgurnar í kirkjum. Men skjótt gjørdist Hammond urgan væl umtókt innan jazz tónleik og seinni vóru tað serliga prog-rokk bólkar frá 70'unum, sum yndaðu at brúka Hammond urguna.

"A Whiter Shade of Pale" hjá Procol Harum er kanska ein av kendastu ímyndunum av Hammond urguni og hennara hugtakandi klangi. Hesin verður sjálvandi ein av sangunum á konsertskránni leygarkvøldið 4. oktober, umframt ein litføgur røð av Hammond-klassikarum innan ymiskar tónleikagreinar, frá rokk til gospel.

Teir fimm sangsolistarnir eru Guðrun Sólja Jacobsen, James Olsen, Jens Marni
Hansen, Kristina Bærendsen og Ronny Nielsen. Tað er Hans Poulsen, sum er
kapellmeistari og hevur Hammond tangentarnar um hendi. Afturat sær hevur hann
eitt valalið av tónleikarum og kórsangarum. Eldhugaði fjølmentamiðlarin Birgir Kruse
fer at innleiða kvøldið við einari Hammond-hugleiðing.

Í ár eru 90 ár síðani Hammond urgan sá dagsins ljós, og hesin 90 ára
føðingardagurin verður feiraður við einari Hammond-feitari konsert í Løkshøll 4.
oktober klokkan 20. 

til ber at síggja meira á loksholl.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder