Mentan

Hamradun hevur 10-ára konsert leygarkvøldið

Bólkurin vil hátíðarhalda, at tíggju eru liðin síðani fyrstu útgávuna - hetta við serstøkum føroyskum kvæðarokki og søguforteljing í SALT

2025-11-12 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólkurin Hamradun hevur nú tíggju ár á baki. Síðani 2015 hevur rokk-bólkurin, við Pól Arna Holm á odda, tulka millum annað kvæði og vísur á nýmótans hátt.

Og hetta skal hátíðarhaldast um vikuskifti, staðfestir bólkurin í kunngerð:

- Fornu kvæðini og vísurnar og nýmótans ljóðføri renna saman í ljóðmyndina Hamradun og fara okur at seta øllum stevnu tann 15. november 2025 í SALT. Eitt kvøld við serstøkum føroyskum kvæðarokki og søguforteljing

Hamradun gav fyrstu útgávuna út, við sama navnið, fyri tíggju árum síðani. Sìðani hevur bólkurin við teimum seks monnunum eisini latið "NÆTUR NÍGGJU" og "HETJUSLÓÐ" ÚR HONDUM.

Talan er um eina sitikonsert, sum byrjar klokkan 20 á Drelnesi leygarkvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder