Danska løgreglan framdi seinnapartin eina stóra politiaktión á tjúgu støðum í Danmark. Tjúgu fólk vórðu handtikin, og grundlógaravhoyr verður í morgin.
Tey handtiknu eru skuldsett fyri yvirgangsætlanir við hernaðarligum, islamistiskum motivi.
Hetta upplýsti løgreglan og PET á tíðindafundi í Keypmannahavn fyri løtu síðani.
Enn sigur løgreglan ikki so nógv um álvarsliga málið, men sigur, at tey handtiknu hava roynt at framleitt spreingievni, og at tey hava roynt at fingið fatur á vápnum.
Tey tjúgu handtiknu verða skuldsett fyri yvirgang eftir sonevndu grein 114, segði Jørgen Bergen Skov, politiovasti, á tíðindafundinum fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald