Innanlands

Handtikin fyri at hótta løgregluna

Meðan løgreglan kannaði eitt ferðsluóhapp í nátt, vórðu tey órógvað av einum bólki av monnum, og orðavalið hjá tí eina gjørdist ógvusligt

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-21 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Leirvík, har ein bilur var farin útav vegnum.

Sambært løgregluni var talan um eitt soloóhapp.

Meðan løgreglan var á staðnum og arbeiddi, komu nakrir menn yvir til tey. Hesir byrjaðu síðani at órógva løgregluna.

Teir vórðu bidnir um at fara av staðnum, so løgreglan kundi fáa arbeiðsfrið. Men ein teirra aktaði ikki, og orðavalið hjá honum varð so mikið ógvusligt, at hann bleiv handtikin og verður nú skuldsettur fyri at hótta løgregluna við harðskapi, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Vakthavandi leggur afturat, at viðkomandi var ávirkaður av rúsdrekka, tá hann varð handtikin, men at hvørki hann ella hinir menninir vóru partur av sjálvum ferðsluóhappinum, ið løgreglan var í ferð við at kanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder