2020-09-19 10:14
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tíðliga í morgun, beint fyri klokkan fýra, varð løgreglan boðsend í sambandi við eitt herverksmál í Eysturoynni.
Talan var um ein ungan mann, sum stóð og hoppaði og dansaði á einum persónbili.
Løgreglan hevði fólk nærindis, so tey vóru skjót á staðið, men tá løgreglan kom, var maðurin rýmdur. Tað eydnaðist tó løgregluni at finna hann aftur og handtaka hann.
– Maðurin er enn í detentiónini, og hann verður avhoyrdur seinni í dag, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Maðurin er skuldsettur fyri grovt herverk og fær eitt endurgjaldskrav.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald