Í Føroyum, men serliga í Danmark, hevur í seinastuni verið tosað nógv um hamstring - tað vil siga at fólk keypa ov nógv inn undir seg.
Vesipappír hevur verið høvuðsvøran í hesum førum, men eisini hondspritt, ið er ein nógv eftirspurd vøra, tí hetta er sjálvandi týdningarmikið fyri at hava gott hondreinføri.
Í Føroyum hava apoteksverkið og Kemilux merkt eina ógvulisga hækking í eftirspurninginum, og apotekini selja bert ein dunk til hvørt fólki.
Les eisini: Kemilux selir einki spritt í handlinum á Hjalla komandi tíðina
Í Danmark hava sjúkrahús upplivað, at fólk taka hondspritt frá teimum. Hetta er álvarsamt, tí at tað er júst slík støð, ið mest hava tørv á tí, og nú eftirspurningurin er so stórur, er ikki eins nógv til av hondspritt.
TV2 skrivar í dag, at tveir ungir mans, ein 17-ára gamal og ein 18-ára gamal, eru handtiknir fyri at hava stolið 13 íløt av hondspritti frá sjúkrhúsinum í Herlev í síðstu viku. Tann eini varð handtikin í morgun, og hin meldaði seg sjálvan seinni fyrrpartin.
Sjúkrahús í Danmark hava nú sett vaktir til at forða fyri slíkum.
Innanlands
Handtiknir fyri at stjala hondspritt í Herlev
Tveir ungir mans tóku áleið 13 íløt frá sjúkrahúsinum
2020-03-20 16:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald