Fríggjadagin 31. mai skipar Bygma Balslev fyri handverkaramessu. Sum vanligt, verða stór tjøld sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoyvík.
Handverkaramessan er vorðin størri ár eftir ár og í ár er einki undantak. 47 veitarar verða umboðaðir í ár og tað er tað mesta higartil. Veitararnir umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur at bjóða fakfólki í byggivinnuni. Tilfar, amboð, maskinur, klæðir, gólv, vindeygu umframt eina rúgvu av øðrum spennandi vørum.
Nógv serstøk messutilboð plaga at vera og tað verður eisini í ár. Í 2022 vóru áleið 3000 vitjandi til messuna. Eins og undanfarin ár bjóðar Bygma Balslev bæði mat og drekka.
Fleiri slóðbrótandi og nýggj amboð og tilfar verða at síggja á teimum nærum 1200 fermetrunum sum í ár er karmur um Handverkaramessuna. Messan er gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesum tólum í hondini, eins og tað er fínur møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur messuna fríggjadagin 31. mai klokkan 14 í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald