Innanlands

Handverkaramessan er fyri øll!

Í morgin seinnapartin byrjar handverkaramessan, sum Bygma Balslev skipar fyri annað hvørt ár

Regin Faaborg, samskipari av handverkaramessuni

Regin Faaborg, samskipari av handverkaramessuni

2024-05-30 08:33 Author image
Orð & Myndir: Jákup Bech Jensen
placeholder

- Vit ynskja at møta handverkarunum, privatu kundum, men eisini skúlaungdómi. Eg elski, tá ið ung fólk koma forbí, tí so er møguleikin størri fyri, at tey fáa áhuga í byggivinnuni ella Bygma Balslev sum læruplássi. Gott, um tey taka mammu við, so hon eisini kann sannførast um, at byggivinnan er rætta valið, sigur Regin Faaborg, ein av samskiparunum av handverkaramessuni.

Fríggjadagin kl. 14 byrjar handverkaramessan, sum Bygma Balslev hevur skipað fyri annað hvørt ár síðan 2012.

Stórur áhugi at luttaka

- Tá ið vit skipaðu fyri fyrstu messuni í 2012, var ikki so lætt at fáa danskar veitarar at koma við. Í Danmark vóru so nógvar messur, og tí var ringt at fáa luttakarar at møta. Men vit fingu 25 veitarar at luttaka. Fyrsta messan var so mikið væl vitjað, umleið 1.000 luttakarar, at allir veitarar vildu sleppa við til næstu messuna.

- Eisini vóru aðrir veitarar, sum ringdu til okkum fyri at tryggja sær pláss til næstu messu. Teir høvdu hoyrt um góðu undirtøkuna og vøkru náttúruna í Føroyum, og tað vildu teir so avgjørt uppliva. Í ár verða ikki færri enn 47 veitarar, sum luttaka við nýggjastu vitanini innan byggivinnuna.

Veðrið er avgerðandi

Fyrstu ferð, vit skipaðu fyri handverkaramessuni, var hon í apríl. Vit hava nú flutt hana til síðst í mai við tí vón, at veðrið verður betri. Okkurt árið hava vit roynt at verið undir í vatni, og eisini hevur vindurin darvað, men so má mann bara finna uppá eina loysn. Men í ár sær gott út. So vit vóna ikki, at veðrið hevur neiliga ávirkan

[object Object]

Verkfallið ein avbjóðing ella møguleiki

- Vit hava ikki lagt brennievni undir okkum, men mat og drekka. Tað er sera umráðandi, at vit kunnu bjóða ein góðan bita og okkurt at drekka til øll vitjandi. Fyrstu ferð messan var, vóru 1.000 vitjandi, og í 2022 vóru 3.000 vitjandi.

- Vit rokna ikki við, at luttøkan verður minni í ár. Sjálvt um flutningur kann verða ein avbjóðing, so eru tað helst fleiri, sum hava stundir at vitja og helst verða fleiri sum koyra saman. So vit vóna at síggja fleiri vitjandi men helst færri akfør. Tað er ringt at siga nakað um býti millum vinnukundar og privatar. Tað eru ikki allir vinnukundar, sum møta í arbeiðsklæðum. Men størri parturin er nokk vinnukundar.

Arbeiðsumhvørvið og burðardygd sum høvuðsevni

- Í ár hava vit lagt dent á evni “Rætta valið í samband við arbeiðsumhvørvið og burðardygd”. Tað er mangul uppá handverkarar, og tí er umráðandi, at teir hava bestu umstøður at virka í, bæði tað, at trygdin er í hásætið, og at teir hava røttu amboðini, so uppgávan kann gerast til lítar.

- Um hesi viðurskifti eru til staðar, so kann handverkarin eisini verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Í dag hugsa øll um burðadygd í samband við bygging, og tí er umráðandi at vit seta sjóneykuna tann vegin og vísa okkara kundum á nýggjar burðadyggar vørur og tænastur. Hendan messan leggur dent á byggitilfar og amboð. Tí hava vit valt frá at vísa fram køkar og innbúgv. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder