2020-08-12 13:29
Stutt eftir klokkan eitt í nátt fór alarmurin á Glasi í gongd, og hann hoyrdist í vesturbýnum í Havn í umleið hálvan tíma, áðrenn hann varð sløktur.
Løgreglan boðaði í morgun frá, at talan var um falskan alarm, men tað er kortini ikki heilt rætt.
Hóast eingin eldur var í bygninginum, riggaði alarmurin kortini sum hann átti.
Tað var nevniliga roykur, sum var orsøkin til, at alarmurin fór í gongd.
Nakrir handverkarar arbeiddu í bygninginum, og teir høvdu helst skorið í okkurt rør, sum so sendi royk upp í luftina. Tað var hetta, sum var orsøkin, sigur Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði við Útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald