Innanlands

Hanna Jensen aftur í løgtingið

Hon fór annars í farloyvi fyri at røkja starvið sum rektari á Kambsdali, men nú tekur hon tingsessin aftur

Hanna Jensen, tingkvinna og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og landsstýrisfólk í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanna Jensen, tingkvinna og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og landsstýrisfólk í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-14 19:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í summar boðaði Hanna Jensen frá, at hon fór í farloyvi úr løgtinginum.

Hon vildi tá røkja starvið sum rektari á Miðnámi á Kambsdali, men nú er vent í holuni.

Framsóknartingkvinnan kennir seg kallaða at fara aftur á ting í eitt longri tíðarbil, enn hon fyrst helt vera tað rætta, sigur hon.

- Eg havi viðgjørt støðuna aftur og aftur hesar seinastu mánaðirnar – bæði sjálv og saman við mínum nærmastu, saman við vinum og góðum ráðgevum.

Og luturin gjørdist tann, at eg formliga tók sæti á løgtingi aftur í gjár 13. september og fari í eitt longri farloyvi frá mínum starvi fyri at røkja tingsessin, sum mær lutaðist tann 22. desember í 2022, skrivar Hanna Jensen.

- Tað er ikki ein løtt støða fyri meg, tí eg síggi tað at arbeiða á Miðnámi á Kambsdali sum mítt lívsstarv. Tað er ein hjartasak.

Men umstøðurnar hava elvt til, at eg kenni tað sum mína skyldu at vera í løgtinginum nú, sigur hon.

- Í allarstørstu virðing fyri mínum arbeiðsplássi, fyri starvsfeløgum, næmingum, fyri mínum veljarum, mínum floksfeløgum og fyri løgtinginum og mínum kæra móðurlandi ynski eg okkum øllum blíðan byr, hvør á síni kós, skrivar Hanna Jensen.

Hanna Jensen fekk 111 atkvøður á løgtingsvalinum 8. desember, og er nummar fimm á listanum hjá Framsókn sum fekk tríggjar tingsessir. Framsókn hevur tvey landsstýrisfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder