2018-07-04 18:43
Bente Schnack, høvuðsákæri í Nordsjællands Politi upplýsir fyri Miðlahúsinum, at Hans Fróði á Toftanesi hevur slept kæruni til dómin, sum bleiv sagdur í Lyngby 28. mai.
Hann varð dømdur 3 ár og 9 mánaðir fongsulsrevsing fyri at hava eggjað einari mammu at hava gjørt seg inn á sonin 41 ferðir gjøgnum eitt tríggjar mánaðar tíðarskeið.
In.fo skrivar, at Hans Fróði á Toftanesi upprunaliga kærdi dómin, men at hann nú hevur slept honum. Dómurin er tí endaligur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald