Innanlands

Hans L. Djurhuus fekk næsta heiðurstekinið

Fyrrverandi sýslumaðurin og leiðarin á politistøðini í Klaksvík varð heiðraður fyri 50 ár í tænastu hjá løgregluni

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, Hans Ludvig Djurhuus og Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur (Mynd: lmr.fo)

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, Hans Ludvig Djurhuus og Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur (Mynd: lmr.fo)

2025-10-31 17:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag var hátíðarhald á politistøðini í sambandi við at Hans Ludvig Djurhuus, sum í 50 ár hevur tænt politinum við trúfesti, ábyrgd og virðing varð heiðraður við serliga heiðursmerkinum fyri tænastu í tilbúgvingini.

Hans Ludvig Djurhuus er tann næsti, ið fær henda heiður. Fyrsta heiðursmerkið varð herfyri latið Sunnleivi Højgaard,sløkkiliðsleiðara við Skálafjørðin.

Tað var enn einaferð Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í løgmálum, sum handaði heiðursteknið, og segði í hesum sambandi.

- Tað er sjáldsamt at møta einum einstaklingi, sum hevur lagt so nógv í tænastuna og enn í dag er ein virkin og virðismikil partur av tilbúgvingini.

- Hans Ludvig Djurhuus hevur í hálva øld verið ein lykilpersónur í løgregluni sum løgreglumaður, sýslumaður og leiðari á politistøðini í Klaksvík. Hann hevur havt ein týðandi leiklut í tilbúgvingini í Norðoyggjum, Eysturoynni og Skálafjørðinum. Hetta er eitt greitt tekin um trúfesti og ábyrgd, sum vit í dag fingu høvi at vísa virðing fyri. Hansara arbeiðsháttur hevur altíð stuðlað undir gott samstarv millum løgreglu, brandfólk og bjargingarfeløg.

- Við hesum heiðurstekni vil landsstýrið og Føroya fólk takka honum fyri trúgva og virðismikla tænastu.

 [object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder