2022-06-14 06:39
Tey hava gjørt krav uppá oynna í 50 ár, men nú er semja fingin í lag um Hans Ø - ella Tartupaluk, sum hon eitur á grønlendskum.
Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Oyggin er bara 1,3 ferkilometrar í stødd, men hevur elvt til flaggkríggj landana millum.
Kanada, Danmark og Grønland hava gjørt avtaluna um oynna, men eisini eitt maritimt mark uppá 3.882 kilometrar, sum er tað størsta av sínum slag.
Ítøkiliga verður kongaríkið Danmark víðkað við einum sjóøki sum svarar til Jylland, Fyn og Sjælland tilsamans, sigur danska Uttanríkismálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald