Fríggjadagin 23. februar læt upp framsýning í gamla Seglhúsinum við tekningum hjá Hans Paula Olsen.
Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina:
”Tekningarnar eri teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering.
Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum, er tá ið eg tekni ein nakkan, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avritað tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevnið er landsløg og modelltekningar.
Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.”
Fernisering var fríggjadagin seinnapartin, og Hilmar Høgenni helt røðu.
Eisini var tónleikur við Karl Martin, Eyðun og Jógvan - kendir úr bólkinum Hjarnar.
(Myndir: Dávur Winther)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald