2021-09-05 09:19

Eftir 25 árum sum deknur í Sjóvar kirkju hevur Hansa Petersen valt at leggja frá sær.
Hansa er ikki bara deknur í kirkjuni; í mong ár var hon í kirkjuráðnum, eisini sum forkvinna. Hon er millum annað kirkjusangari, sangari við gravarferðir og vaskifólk í kirkjuni, tað er vist, at hennara partur liggur ikki eftir, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuna.
Í sambandi við, at Hansa gevst sum deknur, verður fráfaringarløta undir kirkjugongdini í dag.
Farið verður í kirkju klokkan 11, og eftir gudstænastuna verða øll boðin til ein drekkamunn í kirkjuhúsinum, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald