2020-07-06 11:15
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Stutt fyri klokkan eitt sunnumorgunin varð ringt til løgregluna av einum campingplássi á Eiði. Tað var ein maður, sum ringdi at boða frá, at hann hevði verið útsettur fyri harðskapi.
Løgreglan kom á staðið, og maðurin varð sendur til kanningar. Men sum skilst hevur hann ongan álvarsaman skaða fingið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan hevur avhoyrt báðar partarnar umframt fleiri vitni, og brotsmaðurin er nú skuldsettur í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald