Innanlands

Harðskapsmál á Tvøroyri

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men sum heild hevur verið friðarligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-08 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men sum heild hevur verið friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan fekk tó eina fráboðan um harðskap á Tvøroyri stutt eftir klokkan hálvgum eitt í nátt.

Málið snýr seg um ein persón, sum er blivin sligin, og løgreglan veit, hvør framdi harðskapin. Viðkomandi er tó ikki handtikin, verður upplýst.

Løgreglan hevur eisini verið úti og kannað skeinkistøð, og har var alt í lagi. Tó hava verið støður, har fólk eru vorðin ósamd um eitthvørt, og løgreglan hevur verið noydd at leggja seg uppí.

Eisini hevur løgreglan havt ein sovandi gest á støðini í nátt. Viðkomandi var so drukkin, at hann ikki kláraði seg sjálvan, og tí slapp hann at sova rúsin av sær á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder