Innanlands

Harðskapsmál í Havn

Hetta vikuskiftið hevur sum heild verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni, men tó varð eitt harðskapsmál skrásett leygarkvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-06 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttarlívið hevur verið rættiliga friðarligt um vikuskiftið. Tó hevur løgreglan skrásett eitt harðskapsmál í Havn.

Tað var leygarkvøldið, at nakrir persónar endaðu í bardaga, og ein teirra er nú skuldsettur fyri harðskap. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at rúsdrekki var uppií.

Hvussu stóran skaða órættaði fekk, veit vaktleiðarin ikki at siga, men tað hevur í øllum førum verið nóg mikið til, at tað er blivið til eitt mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder