Um 02.00-tíðina í nátt varð ein ungur maður álopin í miðbýnum í Havn. Løgreglan kom á staðið, og tosaði eisini við mannin á Landsjúkrahúsinum, har hann var til kanningar.
Tað týðir ikki uppá, at tann álopni hevur fingið álvarsligar skaðar; løgreglan fær tó ikki allar upplýsingarnir, fyrrenn viðkomandi er meira gjølla kannaður á sjúkrahúsinum. Løgreglan hevur funnið útav, hvørjir teir ið lupu á hann eru, og gerningsmennirnir verða handtiknir. Løgreglan upplýsir, at talan allarhelst var um eitt óprovekerað álop, men skal tosa við nøkur vitni.
Skeinkistøðini hava havt opið, men hava ikki havt loyvi at spælt tónleik ella havt livandi tónleik orsakað av halgidagslógini.
Vakthavandi upplýsir eisini, at løgreglan í Eysturoynni tók tríggar knallertir í gjárkvøldið. Orsøkin var, at ungir dreingir sum ikki hava koyirkort koyrdu á teimum. Dreingirnir fáa bót fyri hetta.
Innanlands
Harðskapsmál í miðbýnum í Havn
Tveir mans lupu á ein annan, ið endaði á sjúkrahúsinum. Løgreglan veit, hvør brotsmennirnir eru
2019-04-19 10:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald