Innanlands

Harðskapsmál í Steinatúni: Ein maður skuldsettur

Maðurin varð avhoyrdur í gjár, og hann noktar seg sekan, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-13 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur løgreglan arbeitt við einum harðskapsmáli, sum fór fram uppi við Bitan í Steinatúni farna vikuskifti, og nú er ein maður skuldsettur í málinum.

Tað var um fýra-tíðina sunnunáttina 8. oktober, at ein maður fekk eina fløsku í andlitið og fekk skaða á tenninar.

Í sambandi við málið hevur løgreglan sóknast eftir vitnum, og vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at løgreglan hevur avhoyrt ein mann, sum nú er skuldsettur fyri harðskapin.

Maðurin varð handtikin og skuldsettur í gjár. Hann váttar, at hann var á staðnum, har harðskapurin fór fram, men hann noktar seg sekan.

– Ein er skuldsettur, men málið er ikki liðugt. Vit skulu gera onkrar avhoyringar afturat, leggur vaktleiðarin afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder