
Summar Festivalurin 2025 er av. Vikuskiftið var lívligt og skiftandi, og samanumtikið var festivalurin sera góður.
Eftir frálíka byrjan hóskvøldið var fríggjakvøldið nakað merkt av vánaligum veðri.
Veðrið fríggjakvøldið hevði nevniliga við sær, at Dynamit og Swardi sum skuldu spæla á Vágsbøi, ikki sluppu á pallin. At flyta væl umtókta Dynamit inn í Tjaldið var ikki mett ráðiligt, men broytingar vórðu gjørdar so, at Swardi spældi í Tjaldinum klokkan 3.
Dynamit var flutt til leygarkvøldið á midnátt og smávegis broytingar vóru gjørdar í skránni fyri at fáa hetta at passa inn.
Veðrið leygarkvøldið gjørdist avbera gott og Vágsbøur var á kjafti tá Dynamit spældi um midnáttarleitið (Mynd: Jens Kr. Vang)
– Broytingar máttu gerast, og vit harmast, at hetta órógvaði upplivingina. Ikki minst tí kundu vit øll fegnast um, at leygarkvøldið varð eitt av bestu festivalkvøldunum yvirhøvur. Framúr konsertir, nógv fólk, framúrskarandi huglag og nógvar góðar upplivingar, sigur Summar Festivalurin.
Í næstum verður farið undir at fyrireika festivalin næsta ár, sum verður 6. til 8. august.
--
Vágsbøur kókaði leygarkvøldið:
--
Sí eisini:
Myndir: Hóskvøld á Summarfestivalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald