Innanlands

Harmast um herverk á býarbuss

Hetta hoyrir ongastaðni heima, og Klaksvíkar kommuna heitir á borgarar um at tala at, um man vitnar slíkan atburð

2023-06-22 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býarbussurin byrjaði at koyra í 2014, og í øll hesi árini hava fólk verið sera væl nøgd og góð við bussin. Í 2020 kom ein nýggjur býarbussur, sum kommunan hevur havt sera góðar royndir við.

Tíverri hevur tað víst seg í seinastuni, at herverk hevur verið framt í bussinum. Hetta hoyrir ongastaðni heima, og tí heitir kommunan borgarar um at geva slíkum ans, og at tala at, um man vitnar slíkan atburð, sigur Klaksvíkar kommuna.

Øll setur í bussinum verða í løtuni skift, tí verður staðiliga heitt á øll um at fara væl um, so góða tænastan kann halda fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder