Landsvegurin fram við Magnstøðina í Gøtudali er stongdur í løtuni. Orsøkin er eitt ferðsluóhapp, har tríggir bilar vóru íblandaðir.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir at arbeitt verður við at rudda landsvegin aftur. Ímeðan hetta fer fram, verður ferðslan leidd gjøgnum Norðragøtu.
Tríggir bilar vóru íblandaðir í óhappinum. Sum skilst koyrdu allir í sama rætning, og tveir bilar rendu inn í bilin frammanfyri. Løgreglan veit í løtuni ikki meira nágreiniliga hvussu óhappið hendi.
Fýra fólk vóru í teimum trimum bilunum. Í minsta lagið ein sjúkrabilur er farin til Havnar við fólki, sum skulu kannast nærri, men løgreglan veit ikki í løtuni hvussu nógv fólk eru flutt á landssjúkrahúsið.
Arbeitt verður við at lata landsvegin upp aftu so skjótt sum gjørligt, verður upplýst av løgreglustøðini.
---
Dagføring. Beint eftir klokkan 17.30 í dag var opið aftur, so ferðslan aftur kann koyra ótarnað gjøgnum Gøtudal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald