2019-04-16 10:17
Ein harmoniku-samanstoytur hendir á Tvøroyri um middagsleitið í gjár. Tríggir bilar vóru við í samanstoytinum.
Samanstoyturin hendi tá ein bilur steðgaði fyri einum fótgangara. Bilurin aftanfyri steðgaði í góðari tíð, men tann triði bilurin náddi ikki at steðga. Hesin rendi í bakpartin á næsta bilinum, sum síðani stoytti saman við fremsta bilinum.
Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.
Bilførarin í aftasta bilinum varð skuldsettur fyri ikki at hava hildið frástøðu. Vanliga er revsingin klipp í koyrikortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald