Klokkan 18:42 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um ein harmonikusamanstoyt við Leynavatn.
Sum skilst á vakthavandi byrjaði alt við at ein seyður knappliga leyp út á vegin. Bilarnir í óhappinum, sum vóru 4 í tali, koyrdu allir suðureftir, og tann fyrsti bremsaði fyri seyðinum og koyrdi síðani víðari.
Tann næsti og triðji megnaðu eisini at steðga, men tann fjórði bilurin megnaði tað ikki og rendi í bilin frammanfyri. Hetta fekk so triðja bilin at rena í næsta bilin.
Vakthavandi sigur, at bilførararnir fingu bert knubs og eru allir útskrivaðir av sjúkrahúsinum, og tað var mest fjórði bilurin í harmonikusamanstoytinum, sum fekk skaða.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini visti fyrsti bilførarin í røðini als ikki av, at eitt ferðsluóhapp hendi aftanfyri hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald