2020-07-03 09:03
Tað hevur verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Eitt mál var tó í nátt, tá ein persónur varð tikin fyri at koyra ávirkaður í høvuðsstaðnum. Blóðroynd er tikin av viðkomandi, og bíðað verður nú eftir at gera meira við málið.
Eitt lítið ferðsluóhapp var í Tórshavn áleið klokkan 17 í gjár. Talan var um ein harmonikusamanstoyt í J. Pæturssonargøta. Eingin mansskaði var - talan var um lítian materiellan skaða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald