![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Koronakreppan og serliga handfaringin hjá Donald Trump, forseta, av kreppuni, var eitt av høvuðsmálunum, tá tey bæði varaforsetavalevnini, Mike Pence og Kamala Harris, í nátt hittust til sjónvarpskjak undan forsetavalinum 3. november.
55 ára gamla Kamala Harris, sum er varaforsetavalevni fyri demokratiska flokkin, legði beinan vegin í krovið á sitandi varaforseta og ákærdi Donald Trump fyri ikki at hava megna at handfara koronafarsóttina.
- Amerikanska fólki hevur verið vitnið til størsta svikið nakrantíð frá eini amerikanskari stjórn, segði hon og vísti til teir umleið 210.000 amerikanararnir, sum hava latið lív orsaka av covid-19. Hetta er fleiri enn í nøkrum øðrum landi.
- Núverandi umsiting hevur svikið sín rætt at verða afturvald, helt hon.
Kjakið var munandi meira siðiligt, enn tá Trump og Biden kjakaðust í sjónvarpi átta dagar frammanundan. Men Pence og Harris vóru eins ósamd um handfaringina av farsóttini.
Mike Pence vardi umsitingina og royndirnar at verja fyri sjúkuni, og nevndi í hesum sambandi avgerðina frájanuar mánaði um at seta í verk avmarkingar fyri ferðing úr Kina, sum tá var miðdepil fyri korona-virusinum.
- Eg ynski, at amerikanska fólkið skal vita, at frá fyrsta degi hevur Trump forseti sett heilsuna hjá amerikanarunum í fyrstu røð, segði hann.
Men støðan er hin øvugta, helt Harris.
- Amerikanska fólkið hevur rindað ein alt ov høgan prís orsaka av ódugnaskapi hjá umsitingini, segði hon.
Tey bæði kundu heldur ikki semjast um búskapin.
Mike Pence skuldsetir Joe Biden fyri at stuðla skattahækkingum og fyri at ætla at banna ’fracking’ – ein umstríddur máti at vinna olju – sum er ein stórur ídnaður og týðandi arbeiðspláss, serliga í Pannsylvania, ið er ein av sokallaðu svingstatunum.
Harris vísti tí mesta aftur.
- Joe Biden fer ikki at økja skattirnar hjá nækrum, sum vinnur minni enn 400.000 dollarar um árið, og Joe Biden ætlar heldur ikki at banna fracking. Har hevur boðskapur hansara verið greiður, segði Kamala Harris, sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald