- Eftir at hava umhugsað í mánaðir, og umrøtt hetta okkara millum, hava vit valt at gera eina broyting í ár fyri at finna ein nýggjan, framfýsnan leiklut í hesari skipan. Vit bakka í leiklutinum sum framtraðkandi limir í kongaligu familjuni, og fara at arbeiða fram ímóti at gerast fíggjarliga óheft, verður millum annað sagt í einari fráboðan frá Meghan og Harry.
- Tað við stuðli frá tykkum, serliga seinnu árini, at vit kenna okkum klár til hesa broytingina. Vit fara at brúka okkara tíð í bretlandi og Norðuramerika, men fara framvegis at halda okkara skyldir í mun til drotningina, Commonwealth-felagsskapin og tey sum vit verja.
Parið skrivar, at hetta gevur teimum møguleika at fostra sonin við einum møguleika at virðismeta kongaligu siðvenjuna, sum hann er føddur inn í, samstundis at tey lata upp fyri at fokusera upp á næsta kapittul, millum annað eina nýggjan vælgerðarfelagsskap.
Tað var í maj í fjør, at Archie, fyrsta barnið hjá Meghan og Harry, varð føddur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald