2020-07-17 17:11
Hasfjord kom til landið í februar men fór ikki í sigling fyrrenn í mai. Fyri beint yvir trimum vikum síðani bar skipið við botn í innsiglingini í Skopun og fór síðani á beding.
Tá varð boðað frá, at tað fór at taka áleið tvær vikur. Kringvarpið skrivar, at seinni varð avgjørt at sandblása og mála botnin á Hasfjord, eftir sum hann var á beding kortini.
Strandferðslan boðar á heimasíðu sínari frá, at Hasfjord byrjar aftur í sigling á leið 85 týsmorgunin 21. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald