Innanlands

Hasfjord fer í sigling 8. mai

Strandferðslan upplýsir, at farmasiglingin á Sandoyarleiðini hjá skipinum fer í gongd næsta fríggjadag

Hasfjord hevur fingið nýggja róðurmaskinu (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hasfjord hevur fingið nýggja róðurmaskinu (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-04-29 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri jól keypti Strandfaraskip Landsins norska skipið Hasfjord. Tað var til at nýta sum farmaskip. Í februar varð greitt, at skipið skuldi nýtast til farmaflutning í Skopunarfjørði, og Hasfjord, sum kostaði 10 milliónir krónur, kom til landið.

Sí eisini: Myndir: Hasfjord komin á Havnina

Hasfjord hevur verið heilt lítið í sigling. Fyrst var ein ósemja er um sáttmálaviðurskiftini, og síðani hevur tað fingið eina nýggja róðurmaskinu ísetta. 
Hetta ger, at Hasfjord manøvrerar betri, skrivar ssl.fo.

Farmasiglingin á Sandoyarleiðini við Hasfjord byrjar 8. mai, og nærri lýsing um fyribils ferðaætlan kemur fyrst í næstu viku, boðar Strandferðslan frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder