Innanlands

Hasfjord verður nú endaliga tikin úr sigling

Avgerð er tikin um ikki at gera tey krøv, sum klassin hevur sett til víðari sigling við skipinum

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2023-06-15 11:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er nokk pjøssað upp á Hasfjord. Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum og Strandferðslan hava í dag tikið avgerð um, at leggja Hasfjord seinni mánaðinum og fara undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar.

Strandferðslan skrivar í tíðinaskrivi í dag, at støðan við Hasfjord er eftirmett eftir at týðandi klassakrøv eru staðfest, ið skulu vera uppfylt hálvan juni.

Víðari verður sagt, at samskift hevur verið við ymsar viðkomandi partar í Sandoynni um støðuna, og ynskið er frá millum øðrum vinnulívi í oynni at sigla tveir túrar eyka gerandisdagar.

- Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at gera neyðugar tillagingar í ferðaætlanini fyri at kunna nøkta flutningstørvin á Sandoyar- og Hestleiðunum, eftir at Hasfjord verður tikin úr sigling.

- Væntandi tekur Erla Kongsdóttir sær av pørtum av siglingini út í Hest komandi tíðina. Hon siglir annars í løtuni sum eykaskip á Nólsoyarleiðini og fer seinni í summar at avloysa á Kalsoyleiðini, tá ið Sam skal á beding.

- Samskift verður í løtuni við Landsverk og Tórshavnar kommunu um at fáa rampurnar í Hesti og á Gomlurætt klárar til, at Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð.

- Farið verður nú undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder