Seinnapartin fríggjadagin skipar Føroya Fólkaháskúli fyri almennum hátíðarhaldi í sambandi við, at skúlin nú hevur 120 ár á baki.
Á skránni verða eitt nú hugleiðingar um háskúlans undangongukvinnur, Onnu Soffíu Rasmussen og Sannu av Skarði. Tær báðar ommudøturnar, Guðrun Gaard og Turið Sigurðardóttir, fara at siga frá um ommurnar og teirra leiklutir sum kvinnurnar – ikki handan – men undir liðini á Rasmus Rasmussen og Símum av Skarði.
Skráin fríggjadagin er bæði forkunnug og fjølbroytt; hon lítir nakað aftur í tíð, men tekur eisini støði í nútíðini og setur út í kortið fyri framtíðina, har ætlanin er, at skúlin skal hava ein greiðan og sjónligan profil sum ’hin kreativi háskúlin’ við mentan og list í hásæti.
Umframt kaffi, køku og felagssang verður millum annað dansisýning við háskúlanæmingum hjá Dianu, sum er eitt hitt best umtókta skeiðstilboðið síðstu árini. Eisini fara næmingar at sýna fram ársins háskúlablað Tjaldrið og felagslistaverk, teir hava skapt.
Harumframt fer háskúlastjórin, Hedvig Westerlund-Kapnas, at avdúka Várskránna 2020, og farið verður upp á gólv við Ólavi Riddararós.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald