Innanlands

Hátíðardagur í Hvalba

Sunnudagin undir gudstænastuni í Hvalbiar kirkju skipar dómprósturin Hanus Pál Jógvansson í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi

2023-06-17 09:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 18. juni skipar dómprósturin Hanus Pál Jógvansson í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Hanus Pál tekur við embætinum eftir Jens Mortan Mortensen, sum fór frá fyri aldur í fjør.

Hanus Pál hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hann er 30 ára gamal, og hevur lokið teologiskt embætisprógv frá lærda háskúlanum í Århus í 2020.

Nýggi sóknarpresturin verður skipaður í embætið undir gudstænastuni í Hvalbiar kirkju kl. 11.00. Hann byrjar í embætinum 1. juli.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder