Frríggjadagin 7. juli eru júst 60 ár liðin, síðani Christianskirkjan varð vígd. 7. juli í 1963 var stórt danskt kongafylgi í Klaksvík og vígdi stóru kirkjuni mitt í býnum. Kirkjan er nevnd eftir Christiani kongi tí tíggjunda. Gamla kirkjan var stutt harfrá - beint við skúlan.
Eyðkenda kirkjan hevur nú staðið í 60 ár, og í sambandi við runda dagin verður skipað fyri einari hátíðargudstænastu sunnudagin, 9. juli. Hetta skrivar Christianskirkjan á sínari síðu.
- Marjun Lómaklett er prestur, kórið i Christianskirkjuni syngur, og Andras Sòlstein fer at seta dám á sálmasangin við hornblástri. Talvan gongur fyri kirkjuna. Aftaná gudstænastuna eru øll vælkomin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum, har Jògvan Ravnsfjall fer at greiða frá um kirkjuna.
Hátíðarguðstænastan nú sunnudagin byrjar klokkan 11.
Marjun Lómaklett, sóknarprestur, verður at hoyra sunnudagin. Her sæst hon frammanfyri serstøku altartalvuna í Christianskirkjuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald