Innanlands

Hátíðarhald í Gundadali

Langhylurin í Gundadali letur upp fyri almennari svimjing týsdagin 5. november, og mánadagin 28. oktober verður hátíðarhald í sambandi við, at langhylurin er liðugur

(Mynd. Torshavn.fo)

(Mynd. Torshavn.fo)

2024-10-21 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 28. oktober verður hátíðarhald í Gundadali í sambandi við, at nýggi Langhylurin er liðugur. Tiltakið byrjar klokkan 16, og á skránni er m.a. tónleikur og røður.

Aftaná bjóðar Tórshavnar kommuna ein drekkamunn í Gundadalsstovuni í Langhylinum, har høvi eisini verður at bera fram eina heilsu, skrivar torshavn.fo.

Fyrsta skotið til langhylin var latið av í februar 2021, og er talan um eina sera umfatandi verkætlan. Langhylurin hevur 10 geilar á 50 metrar og rúmar 600 áskoðarum. Eisini er vælveruøki við hitarumi, gosbaði og annað.

Langhylurin í Gundadali letur upp fyri almennari svimjing týsdagin 5. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder